Vindurin blæsur,
hvar sum hann vil
Vindmyllulundin í Flatnahaga
Flatnahagi skilmarkar eitt nýtt tíðarskeið innan føroyska orku: Nevniliga skiftið frá olju til vindorku. Vindorka er grøn orka, tí hetta er ein varandi orkukelda, sum lítil og eingin dálking stendst av. Vindorka loysir seg eisini fíggjarliga, tí samstundis sum vindorka er kappingarfør við aðra orku, kosta vindmyllurnar lutfalsliga lítið í rakstri, eftir at tær eru bygdar og settar upp.
Elframleiðsla
Um verkætlanina
Tað er ein grund til, at einki fólk býr í Flatnahaga – tað er ov nógvur vindur. Hesin støðugi vindurin kemur væl við til at framleiða streym, og hesar vindmyllurnar framleiða einki minni enn 64 mió kWt (kilowatt-tímar) um árið. Og hvussu nógv er so tað? Tá ið tú keypir streym til eitt nú húsini, so keypir tú kilowatt-tímar. Eini vanlig sethús brúka eini 5000 kWt um árið.
Samlaða el-framleiðslan í Føroyum er 400 GWt (gigawatt-tímar). Vindmyllurnar í Húsahaga framleiða 40 GWt, tær við Gellingarklett framleiða 100 GWt, og hesar framleiða 64 GWt. Tað vil siga, at umleið helvtin av allari el-framleiðslu í Føroyum kann framleiðast her í økinum.
Myndir
Tá ið man spreingir, so er talan um fyribils 'skaða' á lendið. Vit vildu sjálvandi ikki gera meira skaða, enn gott er, so tá ið vit fóru í samráðingar við P/F J&K Petersen um hesa verkætlan, var okkara krav, at so nógv av byggitilfarinum sum gjørligt skuldi vera upprunatilfar, tvs. koma frá hesum sama stað. Einki fremmant skuldi innflytast. Vegirnir eru so skynsamt sum møguligt lagdir inn í lendið, og tað tilfarið, man hevur sprongt, hevur man eisini brúkt til at gera vegin við.
Í Flatnahaga búleikast tjaldur, spurvur, lógv, mýrisnípa og annar heiðafuglur. Harumframt er eisini nógv av haru. Tá ið man fer undir eina verkætlan sum hesa, sum er av slíkum vavi, so má man taka atlit til tey, sum húsast her frammanundan. At reisa eina vindmyllulund er at gera inntriv í teirra øki. Tí vóru atlit tikin teimum at frama, so sum at øll bygging og annað virksemi varð steðgað í verping. Og harafturat áløgdu vit okkum at telja heiðafuglin og gera niðurskrivingar, so at vit kunnu hava eftirlit við langtíðarárinum í økinum.
Vindmyllurnar: Enercon E-82

E-82-vindmyllurnar eru framleiddar og góðkendar til strangasta vindflokkin – tann sokallaða IEC 1a, sum tilskilar, at vindmyllan hóskar seg til øki við høgari vindferð og nógvum hvirlum. Eisini eru E-82-vindmyllurnar bygdar og settar saman soleiðis, at tær lúka øll krøv, ið SEV setur í íbindingartreytunum (Grid Code). Væntað eginnýtsla er mett at verða 105 MWt um árið, og væntað net-tap í kaðalinum fram til mátpunktið í netinum hjá SEV er mett til 328 MWt um árið. Myndin høgrumegin vísir mynd av íbinding til el-netið og ljósleiðaran.
Teknikkur
Broytingar í luftini
Grøn orka hevur verið fyridømi síðani túsundáraskiftið, og vita vit nú, hvussu væl hetta hóskar seg í Føroyum. Hesar vindmyllurnar eru tó meira enn bara grøn orka. Tær eru eisini 120 metrar høgar ímyndir av hesum orkuskifti. Tær minna okkum á, hvat vit eru før fyri at broyta, tá ið vit veruliga seta okkum tað fyri.